Mentanarstuðul

Vága kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Umsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Freistirnar at søkja mentanarstuðul eru tann 1. mars og tann 1. september. Umsóknir verða viðgjørdar á fyrsta nevndarfundi eftir hesar tíðarfestingar.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda kommununi ein umsókn á vaga@vaga.fo. Leiðreglur til mentanarstuðul finnur tú her.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.