Virðisgrundarlag, hugmynd og tilverugrund
Virðisgrundarlag:
Virðini eru tey grundsjónarmið, sum Vága kommuna byggir á, og sum skapa tann hugburð, sum er grundarsteinurin undir øllum tí, vit gera. Virðini eru hjartað í Vága kommunu.
Lívsgleði:
Saman við borgarum okkara, ynskir kommunan at vera við til at fremja lívsgleði hjá teimum, sum búleikast her. Vit vilja virka fyri at skapa familjunum góð kor og at vit liva saman í góðum felagsskapi við virðing hvør fyri øðrum. Vit arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi, til frama fyri trivnaðin hjá tí einstaka, so møguleiki er at verða virkin sum longst.
Samskifti:
Allir borgarar skulu altíð kenna seg væl í samskiftinum við kommununa. Veitt verður ein haldgóð tænasta, har kunning og gjøgnumskygni verða sett í hásæti.
Framskygni:
Vit hyggja frameftir og taka ímóti teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman. Vit skapa eisini góðar karmar fyri vinnulívi, mentan og frítíðarvirksemi. Dentur verður lagdur á burðardygga menning í øllum verkætlanum, har atlit verða tikin til umhvørvið og náttúruna.
Tilverugrund:
Tilverugrundin lýsir orsøkina, at vit eru til. Hví vit ikki kunnu verast fyri uttan. Hon sigur, hví vit gera tað, sum vit gera og er samstundis okkara lyfti til borgararnar.
Í Vága kommunu eru møguleikar. Vit eru framskygd og lyfta í felag.
Hugmynd:
Hugmyndin er okkara leiðarstjørna, sum vísir hvagar vit ætla okkum. Hon er okkara hægsta mál. Eitt mál, sum vit ikki neyðturviliga klára at fullføra, men sum vit stremba eftir, og harvið skapa góð úrslit.
Við samanhaldi og virðing vilja vit skapa virksemi og lív, sum ger kommununa til ta bestu at vera í.