
Íverksetarahúsið í Haraldsstovu
Íverksetarahúsið í Haraldsstovu er eitt arbeiðs- og menningarumhvørvi fyri íverksetarar, vinnurekandi, lesandi og onnur, sum arbeiða við nýggjum hugskotum og verkætlanum.
Endamálið er at skapa góðar og atkomuligar karmar, har hugskot kunnu mennast til veruleika, og har samstarv, vitanardeiling og sparring eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Húsið skal vera við til at stimbra nýskapan, íverksetan og menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Vága kommunu.
Arbeiðspláss og felags umhvørvi
Í Íverksetarahúsinum eru fimm fastar arbeiðsstøðir umframt felags arbeiðsøki. Til ber eisini at nýta húsið sum drop-in arbeiðspláss í styttri tíðarskeið.
Brúkararnir fáa atgongd til internet, printara, fundarhøli, felags køk og aðrar hentleikar. Møguleiki er eisini at hava postadressu í húsinum.
Íverksetarahúsið er tó meira enn ein skrivstovufelagsskapur. Við at savna fólk, sum arbeiða við ymiskum hugskotum og verkætlanum, verður skapt eitt fakligt og sosialt umhvørvi, har brúkararnir kunnu læra hvør av øðrum, býta um royndir og menna nýggj samstarv.
Ráðgeving og sparring
Ein týðandi partur av tilboðnum er ráðgeving og sparring frá fyrstu hugskotsmenningini til stovnan og rakstur av fyritøku.
Grundráðgeving verður veitt ókeypis, meðan serfrøðilig ráðgeving innan eitt nú løgfrøði og vinnulig viðurskifti kann verða skipað í samstarvi við uttanhýsis ráðgevar og mentorar. Slík ráðgeving kann í ávísum førum vera gjaldskyldug. Øll ráðgeving verður veitt í trúnaði.
Tiltøk og netverk
Íverksetarahúsið fer eisini at skipa fyri verkstovum, skeiðum, fyrilestrum, temadøgum og netverkstiltøkum. Virksemið verður lagað eftir tørvinum hjá brúkarunum og skal geva íblástur, styrkja fakligu førleikarnar og skapa sambond millum íverksetarar, vinnulív og onnur viðkomandi umhvørvi.
Húsið skal mennast stigvíst og við tíðini virka sum eitt savningarstað fyri vinnuliga og skapandi menning í Vága kommunu.
Hvør kann søkja?
Íverksetarahúsið vendir sær serliga til:
- íverksetarar og spírandi fyritøkur
- vinnurekandi í byrjanar- ella menningarstigi
- lesandi, sum arbeiða við verkætlanum, ritgerðum ella nýhugsan
- borgarar í Vága kommunu við hugskotum til vinnuligt virksemi
- onnur við tilknýti til kommununa, eitt nú heimkomin lesandi.