Vetrarjazzur í Listastovuni við SWAY
Aftur í ár er Listastovan ein pallur tl Vetrarjazz 2025 festivalin, og vit fáa vitjan av SWAY..
SWAY er ein jazz trio, kvinnað av Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar syngja livandi og sera undirhaldandi løg, a capella. Trio’in dregur serligan íblástur frá jazz trio’ini The Andrews Sisters, ið gjørdist kend í 1930. SWAY framførslan er samansett við gomlum tilfari, hjá eitt nú The Andrews Sisters og egnum tilfari, ið tær hava skrivað, innanfyri sama stíl.
Til hesa konsertina, sum er partur av Vetrarjazz25 hava tær fingið ein bólk afturat sær við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum.
Bólkurin er:
Marianna W. Nagata (sang & luft trompet),
Dania O. Tausen (sang & luft kazu),
Katrina Olsen (sang & luft trompet),
Torleik Mortensen (kontrabass),
Kristian Pauli Ellefsen (klaver),
Per I. H. Petersen (trummur)
Atgongumerki kann keypast her.
