Verkstova í produktmenning innan ferðavinnu í Vágum og Mykinesi

Dagfesting:31. oktober. 2020
Klokkan:09:30

Visitvágar, Sørvágs kommuna og Vága kommuna skipa fyri verkstovu í produktmenning og prísáseting innan ferðavinnu í Vágum og Mykinesi.

Tíð og Stað
Leygardagin 31. oktober kl. 9.30 - 16.30 í skúlanum á Giljanesi.

Kostnaður kr. 250,-

Seinasta freist at melda til er mikudagin 28. oktober 2020

Meldið tykkum til her 

Skeiðshaldari
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, verlætlanarleiðari fyri strategi- og menningarætlanini fyri Vágar og Mykines.

Við støði í sínum hollu arbeiðsroyndum og útbúgving innan ferðavinnu og marknaðarføring fer hon at hava frálæru í ferðavinnumenning, storytelling, prísáseting, sølu og marknaðarføring innan ferðavinnu.

Skeiðið inniheldur hesi øki

  • Tað góða hugskotið

  • Branding

  • Storytelling, søla og marknaðarføring

  • Prísáseting og optimering

Skeiðið er ætlað borgarum og ferðavinnuaktørum í Vágum í Mykinesi

Skrá:

09:30 – 10:00

Kaffi og intro

10:00 – 11:00

Tað góða hugskotið (innovatión, USP, Søgurnar, finn tað serliga)

11:00 – 11:15

Branding – The Why (Business modellin, skil teg burturúr)

11:15 – 12:00

Storytelling, søla og marknaðarføring (bygnaður í ferðavinnuni, netto-brutto prís, sølukanalir, provisiónir, rollur, online og offline os.fr.)

12:00 – 12:45

Miðmáli

12:45 – 13:30

Prísáseting og optimering, value for money (Summarhús, sæsong, skiftidagar, taka hædd fyri marknaðum og málbólkum, Price fairness os.fr.)

13:30 – 15:00

Bólka arbeiði við produktmenning tvørtur um kommunu-, og vinnumørk.

15:00 – 15:30

Kaffisteðgur

15:30 – 16:30

Framløgur av bólkaarbeiði