Promo Mynd

UTHEIM & Teitur/Kresten/Jonas á Vetrarjazz 2024!

Dagfesting:25. januar. 2024
Staðseting:Mentan
Klokkan:19:00

Listastovan verður í ár partur av Vetrarjazz og møguligt verður at uppliva tvær serstakar konsertir í Listastovuni hóskvøldið 25. januar.

Atgongumerki til konsertina (150,-) fæst her: https://www.atgongumerki.fo/.../vetrarjazzur-utheim... 
Jazzpass til allan festivalin (449,-) fæst her: 
https://mwn.atgongumerki.fo/webshop/event/2317115/order/info

Kresten Osgood er kendur danskur trummuspælari, sum hevur útgivið 50+ plátur og er nevndur at vera "tað besta sum er hent innan danskan jazz í 25 ár"!
Teitur nýtist onga stóra introduktión, tá flestu okkara vita hvør hann er og kenna útgávur hansara. Hann hevur m.a. skrivað verk fyri DR Symfoniorkestrið og spælt 1000+ konsertir kring allan heimin.
Jonas Struck er ein donsk rokkstjørna og er kendur sum gittaristur í bólkinum Swan Lee. Hann er tó eisini ein viðurkendur films komponistur í Danmark.
Upplivið Teitur/Kresten/Jonas, sum trio, fyri fyrstuferð nakrantíð á Vetrarjazz!

Kresten Osgood - trummur
Teitur Lassen - klaver
Jonas Struck - gittar

UTHEIM er ein folk/pop bólkur úr Oslo. Forsangari og sangskrivari Ørjan Utheim vil við bólki sínum seta ljós á kjenslur sum vit flestu kunnu relatera til. Tann endaleysi kampurin um at hava hjarta sítt á rætta stað, og at finna sítt pláss í stórbýnum eftir at hava flutt frá útjaranum.

Tónleikurin til Utheim fær íblástur frá egnum lívserfaringum og tónleikarum sum t.d. Thomas Dybdal, Bon Iver, Flyte og Jonas Alaska.
Liminir í bólkinum hava allir sína bakgrund í jazz tónleikinum, hettar viðførður ein spontanitet, orku og enthusiasmu til tónleikin, ikke heilt ólíkt Joni Mitchell tá hon spældi við Pat, Jaco og Brecker seint í 70'inum.

Ørjan Utheim - sang
Oddur Joensen - gittar
Sigurd Ose - keys
Harald Frøyland - bass
Sivert Stensø - trummur

Leinkja til tónleik(live upptøka frá konsert): https://www.dropbox.com/scl/fo/wp997lrzbzwglqx215m6u/h...

Havnar Jazzfelag bjóðar vælkomin á føroyskum, men bólkarnir á Vetrarjazz velja hvat mál tey velja at tosa undir síni konsert.

Síggjast á Vetrarjazz 2024!