Marianna Winter

Útgávukonsert við Marionnu Winter

Dagfesting:22. mai. 2026
Staðseting:Mentan
Klokkan:21:00

Summartónar konsert við Marionnu Winter v.bólki í Listastovuni

Marianna byrjaði sína tónleikaligu ferð tíðliga. Hon er fødd undir heitu kalifornisku sólini og uppvoksin í ótamda vakurleikanum í Føroyum. Hetta legði grundarlag undir einum ljóði eins fjølbroyttum og uppvøkstri hennara, sum streyk yvir vindføstu føroysku landsløgini og kreativa surrið í West Hollywood.

Samanrenningin av beiskari føroyskari panorama og livandi kalifornisku orkuni gjøgnumsúrgar hennara sjangrublandaða tónleik; ein symfoni av alternative-pop, indie rock og soul.

Í løtuni ger Marianna Winter seg klára at útgeva debut-heildarútgávu sína, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finsson, afturat teimum mongu tónleikaframførslunum, sum hon hevur á skrá fyri 2026.

Bólkur:
Marianna Winter (sang, gittar, synth), Ragnar Finsson (gittar, sang), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur, sang), Árni Jóhanneson (bass, sang), Kristian Pauli Ellefsen (synth), Vinjar E. Petersen (synth/keys).

listastovan.atgongumerki.fo