Kvøldseta í bygdarhúsinum í Miðvági um Grønlandsútróðurin
Í longri tíð, hevur ein áhugabólkur av sjálvbodnum arbeitt við eini verkætlan at byggja eitt bátasavn, við tí endamáli at siga frá søguni um Grønlandsútróðurin hjá føroyingum. Bátasavnið er ætlað til m.a. at goyma og sýna fram Grønlandsbátar og grindabátar bæði úr Sandavági og Miðvági, eins og aðrar lokalar siðsøguligar lutir. Tað serliga við hesum savninum er, at tað m.a. leggur upp til at vísa bæði størri og smærri maskinbátar fram. Tað gerð onki annað savn í Føroyum.
Orsaka av vaksandi arbeiðsloysi í Føroyum, í fimti árunum, vóru frá politiskari síðu stig tikin til at gera tað lættari hjá føroyingum at fara yvir til Grønlands at rógva út. Í hesum sambandi fóru nógvir vágamenn, og aðrir føroyingar, til Grønlands at rógva út.
Upprunaliga høvdu teir sum oftast vanligar maskinbátar við sær, ofta 8-mannafør, sum vóru bygd til heimaútróður. Men teir sóu skjótt, at hesir bátar vóru ov smáir, og byrjaðu teir at byggja størri bátar sum 10-mannafør og seksæringar. Hesir vóru bygdir hjá hjá føroyskum bátasmiðum.
Tann føroyski báturin fór gjøgnum stórar broytingar hesa tíðina. Hann fekk m.a. skvatliborð, bleiv nógv breiðari, og fekk nógv størri hús, og seinni sokallað torn, sum mann nú kundi standa inni og stýra. Nógvir av hesum bátum vórðu bygdir hjá bátasmiðum í Vágum og har starvaðust nógvir mans um hetta mundi. Virksemið var so stórt um hetta mundi, at ofta kom ein Grønlandsbátur út um vikuna.
Tað er nú long tíð fráliðin síðan hetta virksemið fór fram, og eru tað ikki nógvir Grønlandsbátar eftir. Áhugafelagið hevur, við stórari vælvild frá eigarum, ognað sær nakrar av hesum bátum, eins og amboð og skabilónir, við tí fyri eyga, at varðveita hetta til eftirtíðina, sum eitt minni um hesa serligu tíð, ið hevði so stóran búskaparligan og siðsøguligan týdning fyri Føroyar, ikki minst fyri Vágar.
Leygarkvøldið 3. februar skipar áhugafelagið fyri eini kvøldsetu um tann føroyska útróðurin í Grønlandi. Har verða grønlandsbátar og lutir vístir fram, fyrilestur um tíðina frá 1930num fram til 60ini, borðhald, frásagnir frá kvinnum og monnum sum virkaðu í Grønlandi og tónleikur. Harafturat verður framløga um verkætlanina við savninum fyri grønlandsútróðurin.
Tiltakið verður í bygdarhúsinum í Miðvági. Atgongumerki kunnu keypast við at klikkja her, men tað er avmarkað atgongd.
