Kom og bygg smákykta-hotel í Vakstrarhúsinum
Mikudagin 6. mai fara vit at byggja smákykta-hotel í Vakstrarhúsinum í Sandavági.
Eitt smákykta-hotel minnir um eitt lítið fuglahús, við alskyns bløðum, greinum og øðrum lívrunnum tilfari, sum ger tað hugaligt hjá smákyktum at støðast í urtagarðinum. Hóast smákykt kunnu vera troyttandi og óynskt, eru tey týdningarmikil fyri gróður, fuglalív og lívmargfeldið sum heild.
Øll børn og vaksin er vælkomin at byggja saman ímillum kl. 17 og 20. Um tit eiga amboð (skrúvumaskinu, skrúvur og sæð) kunnu tit taka við. Vit hava tilfar og nøkur amboð til láns.
Tiltakið er eitt samstarv millum Vakstrarhúsið og Virkishúsið. Eisini verður Kim Neider, gartnari á Búnaðarstovuni, til staðar fyri at leggja lag á, og at svara spurningar um hví smákykt eru týdningarmikil.
