Kom ein túr við sluppini Jóhonnu TG326
Kom ein túr við sluppini Jóhonnu TG326 fríggjakvøldið 15. mai. Á ferðini verður felagssangur, grillaðir búffar við rómabakaðum eplum og drekka.
Vit sigla úr Miðvági kl. 17.30 og túrurin tekur áleið 3 tímar.
Tilmelding hjá Per Joensen á tlf. 278129 (400 kr)
Johanna TG326 er gomul ensk slupp, ið varð bygd í Essex í Suðuronglandi í 1884 og seld til Vágs 10 ár seinni. Hon er ein av fáu sluppunum, ið eru eftir í Føroyum.
