SKAP - verkstova við Randi Samsonsen í Haraldsstovuhandlinum
Mánakvøldið 4. mai skipar kvøldskúlin á Vága kommunu fyri verkstovu við listakvinnuni Randi Samsonsen kl. 19-22. Saman fara vit at skapa eitt verk við heitinum 'Fløskur'. Evnið tekur støði í nýggju panthøllini, sum væntandi fer at taka ímóti fløskum og øðrum pantíløtum í summar.
Á verkstovuni fer Randi at greiða frá um plastik, og søguna um hvussu vit fingu hetta tilfar inn í okkara heim. Síðan fara vit at binda fløskur - bæði flatar og trídimensionalar. Vit fara at mynsturmenna, so at tú fært bundið tína heilt egnu fløsku. Vit binda runt, rætt, inntøkur og átøkur, "german-short-row", relief og annað stuttligt, sum kann fáa okkara fløskur til at ogna sær sítt serliga úttrykk. Eisini vera nøkur mynstur tøk, til nakrar ymiskar fløskur.
(kostnaður 200 kr)
AT TAKA VIÐ
Hvør luttakari tekur sítt egna tógv við. Serliga eru restir kærkomnar í øllum litum og tilfari (ull, bumull, acryl, mohair osv.). HaviÐ egnar stokkar við. Eisini er gott at hava heklinál, stoppinál, saks, og notesbók við.
Verkstovan er ætlað øllum - ungum sum eldri, royndum sum óroyndum. Randi hevur mynstur til øll torleikastig.
HEIMAARBEIÐI
Tvær vikur er frá verkstovuni 4. mai til framsýningina 24. mai í Haraldstovuhandlinum í Sandavági. í hesum tíðarskeiði er møguleiki at binda fløskurnar lidnar. Eina ella so nógvar sum einum lystir! Tað er onki hágmark. Ei heldur nakað lágmark, um tað so endar við einari hálvari fløsku.
RANDI SIGUR SOLEIÐIS UM FLØSKUR
Fløskur er fantastiskar! Tær eru eitt hent objekt, sum er lætt at fáa hendurnar á. Fløskan er ein formur, sum flest okkum kenna til, tí vit í okkara dagligdegi koma í samband við hana. Antin tí vit sjálvið drekka av fløskum, ella síggja onnur gera tað. Tað er ein formur vit hava hildið í, øllum førið nakrar ferðir í okkara lívið. Vit hava fløskur til nógv ymiskt flótandi í okkara lívið; ketchup, olja, juice, bara fyri at nevna nøkur dømir. Fløskur eru ymisar í stødd og tilfar. Sum er úr plastikk, annað er úr glasið.
UM SKAP
Í Undurfagra mai í ár fara vit saman við kvøldskúlanum í Vága kommunu undir afturvendandi listaverkstovu og framsýning við heitinum 'Skap'. Konseptið hevur fastan karm, men broytiligt innihald. Hvørt ár verður ein verkstovuleiðari valdur, sum arbeiðir við einum ávísum evni, og setur saman eina framsýning við støði í hesum. Endamálið er at geva luttakarum høvi til at arbeiða við skapandi tilgongdum, og at kveikja áhugan fyri skapandi listini við øðrvísi og nýhugsandi framsýningum hvørt ár. Í ár er tað listakvinnan Randi Samsonsen, sum stendur fyri 'Skap' og evnið verður 'Fløskur'
