536275009 1341318304667913 4957659348832043572 N

Seinsummardagur í Sandavági 2025

Dagfesting:23. august. 2025
Staðseting:Ítróttur
Klokkan:09:00

Tað er SÍF sum skipar fyri árliga seinsummardegnum.

Leygardagin 23. august skipar Sandavágs Ítróttarfelag aftur fyri vælumtókta Seinsummardegnum, har bygdin savnast um ítrótt, tónleik, matsølu og hugnaliga samveru.

Tiltøkini byrja longu hóskvøldið við upplating av kampingøkinum, og fríggjadagin er súkklukapping fyri bæði gentur og dreingir. Sjálvur høvuðsdagurin, leygardagurin, hevur eina fjølbroytta skrá frá morgni til midnátt: dagurin byrjar við yoga og morgunmati, har borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, bjóðar vælkomin.

Restin av leygardegnum verður merktur av sølutorgi, spæliplássi, barnaundirhaldi, húsafellsrenning, pilgrímsferð, kirkjukonsert, matsølu og fleiri felagstiltøkum. Um kvøldið verða fleiri konsertir og dansur í tjaldinum.

Við skránni er lagt upp til ein rættiliga fjølbroyttan dag, har bæði børn, ung og vaksin kunnu hugna sær og vera saman um felags upplivingar. Øll skráin kann síggjast við at klikkja her.

Nærri kunning um ymisku tiltøkini sæst á Facebook-síðuni hjá Sandavágs Ítróttarfelag.