Seinsummardagur

Seinsummardagur

Dagfesting:27. august. 2022
Klokkan:09:00

Seinsummardagurin hjá Sandavágs Ítróttarfelag verður leygardagin 27. august.

Vælumtókta seinsummartiltakið hjá Sandavágs Ítróttarfelag verður aftur á skránni leygardagin 27. august 2022. Har verður sum vænt nógv ymiskt á skránni, við kappingum, sølutorgi og felagstiltøkum. Fylgjast kann við á facebook síðuni hjá Sandavágs Ítróttarfelag um hvørji tiltøk verða á skránni.