Lær at gera kompost í Vakstarhúsinum
Ynskir tú at minka um nøgdina av matleivdum, sum fer á brennistøðina? Ella at gera títt egna tøð, sum betrar um moldina í urtagarðinum? So er at koma í vakstrarhúsið í Sandavági mikudagin 13. mai kl. 19. Tá fer Kim Neider, gartnari á Búnaðarstovuni, at greiða frá hvussu tú kanst gera títt egna kompost, eisini nevnt sankutøð, í urtagarðinum.
Tiltakið er ókeypis
