Maðurglotti

Konsert við maður:glotti

Dagfesting:15. mai. 2026
Staðseting:Mentan
Klokkan:21:00

maður:glotti poppar Listastovuna

Plátuaktuelli bólkurin maður:glotti er ein elektroakustiskur bólkur, ið spælir tað teir sjálvir kalla pop við kanti. Bólkurin er staðsettur í Føroyum og í Danmark.

Í november 2025 gav maður:glotti út plátuna STEV. Singlurnar "Eg sigi ja", "Tango", "Av nýggjum" og "Tú spurdi meg" hava verið nógv at hoyra á KVF seinasta hálva árið.

Útgávan hevur fingið góð skotsmál í Kvørnin hjá KVF. Liveframførslurnar hjá bólkinum eru ein "poppa" útgáva av nýggjum og eldri útgávutilfari.

Bólkurin hevur seinasta hálva árið spælt 3 vælmóttiknar konsertir; Maggies, Blábarr og Tøting, og nú koma teir í Listastovuna.

Terji Krossteig syngur og spælir gittar, og Dennis Agerblad syngur og spælir kaospad, umframt ymiskar “funnar lutir”.

Við sær á pallin hava teir Heðin Ziska Davidsen á synth, og Kristin Nolsø Bech á bass.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

listastovan.atgongumerki.fo