Hamferð

Konsert við Hamferð - Tunghoyrt hitar upp

Dagfesting:17. mai. 2026
Staðseting:Mentan
Klokkan:20:00

Konsert við Hamferð og Tunghoyrt í Listastovuni

Hamferð hevur í næstan tvey áratíggju havt ein sertakan leiklut í føroyskum tónleiki. Bygdur um eina kjarnu av doom metal – seinur, tungur, álvarsamur málmur – sum av fyrstan tíð uppstóð við bólkum sum Black Sabbath og Candlemass, hevur tónleikurin hjá Hamferð ment seg støðugt til nakað, sum er trupult at seta í bás ella brúka til samanberingar. Ógvislig, tung og døpur hugløg sum viðurkenna myrkrið í føroyskari náttúru og siðsøgu; saknur, missur og sorg. Her hoyrir Hamferð heima, og frá palli kemur frá teimum ein innbjóðing til áhoyrararnar at fevna tær avbjóðandi kenslurnar.

Í Hamferð eru Jenus í Trøðini, bass, Remi Kofoed Johannesen, trummur, Esmar Joensen, keyboard, Eyðun í Geil Hvannastein, guitar og kórsang, Theodor Kapnas, guitar, og Jón Aldará, sang. Bólkurin hevur verið virkin síðani 2008 og spælt kring alt Evropa við fleiri hundrað konsertum. Hesi árini eru fýra heildarútgávur spurdar burturúr, og tann seinasta – ’Men Guðs hond er sterk’ – kom út í 2024.

Í Listastovuni hin 17. mai verður lagt upp til stórsligið huglag við løgum frá øllum útgávunum. Aftrat sær hevur Hamferð fingið unga og spennandi bólkin Tunghoyrt, og fer hetta at skapa eitt spennandi og fjølbroytt kvøld við tungum tónleiki.

listastovan.atgongumerki.fo