Knút í Listastovuni

Dagfesting:07. mars. 2024
Staðseting:Mentan
Klokkan:19:30

Konsertin er partur av Spæl føroyskt vikuni hjá Tónleikasamband Føroya sum upphiting til stóra FMA Faroese Music Award - tónlistavirðislønina, leygarkvøldið 9. mars.

Fyri fyrstu ferð í 10 ár er Knút aftur aktuellur við plátuútgávu í egnum navni.
Talan er um fjórðu plátuna hjá Knúti, ið ber heitið ‘Hjartasláttur', og nýliga er útkomin á plátufelagnum Tutl.
Knút framførir í Listastovuni saman við bólkinum, ið hevur innspælt plátuna: Torleik Mortensen á bass, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummur, Mattias Kapnas á klaver og synth, og Knút sjálvur á sang, gittar og synth.
Knút hevur verið ein miðsavnandi figurur á føroyska tónleikapallinum síðani aldarskiftið. Hann hevur verið við á yvir 20 ymiskum tónleikaútgávum, spælt í fleiri ymsum bólkum og verkætlanum, og hevur áður útgivið tríggjar plátur í egnum navni.
Níggju sangir eru á plátuni 'Hjartasláttur'. Knút eigur øll løgini og tekstir til seks av sangunum. Umframt egnu tekstirnar hevur Knút sett løg til tríggjar yrkingar hjá Regin Dahl (1918-2007).
Nýggja plátan fær framúr góð ummæli bæði her heima og uttanlands, eitt nú sigur Ári Rouch soleiðis:
“Vit hava tískil verið mong, sum hava glett okkum til heildarútgávuna, og hevur hon tíbetur livað væl og virðiliga upp til vónirnar. Ársins heildarútgáva í 2023 spyrt tú meg. Vælskrivað løg, tekstir og Regin Dahl tulkingar, alt ílatið framúr framleiðslu.”
Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré / @akhclight