Kirkegaard

Kierkegaard í Sandavágs kirkju

Dagfesting:27. februar. 2024
Staðseting:Mentan
Klokkan:19:30

Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanina av hansara heimspeki

Fyrilesturin fer aftur um nøkur av mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Søren Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, eisini í einum føroyskum konteksti, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.

Jákup Bogi Joensen er journalistur og kandidatur í praktiskari heimspeki á Aalborg Universiteti. Hann hevur skrivað serritgerð um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, “fortvivlelse”.

Høvið verður til spurningar kjak

Kirkjukaffi aftaná.