Aldan Limatiltak 2022

Familjutiltak hjá Alduni

Dagfesting:20. august. 2022
Klokkan:10:00

Árliga familjutiltakið hjá Alduni leygardagin 20. august 2022

Eins og í fjør, verður árliga tiltakið hjá Alduni leygardagin 20. august 2022 kl. 10.00 úti á Kumlum í Miðvági.

Familjuhugni er á skránni, við nógvum ymiskum kappingum fyri alla familjuna t.d. togtogan millum býlingar, sandslott- og flakakapping v.m sum eru ókeypis. Tiltakið byrjar við morgunmati kl. 10.00 sum kommunan bjóðar. Sjálvsagt verður eisin møguligt at dyppa. Ymiskt til matna og at drekka verður til keyps.

Meir kunning er á facebook síðuni hjá Alduni.