Sandavágur 3

Borgarafundur um byggisamtyktina fyri miðstaðarøkið í Sandavági

Dagfesting:17. apríl. 2026
Staðseting:Vága kommuna
Klokkan:17:00

Borgarafundur um byggisamtyktina fyri miðstaðarøkið í Sandavági

Fríggjadagin 17. apríl kl. 17.00 skipar Vága kommuna fyri borgarafundi um byggisamtyktina fyri miðstaðarøkið í Sandavági. Fundurin verður hildin í Vakstrarhúsinum.

Fundurin verður skipaður sum ein samanhangandi gjøgnumgongd av arbeiðinum við byggisamtyktini, har dentur verður lagdur á bæði kunning og kjak. Borgarstjórin, Bjarni Prior, bjóðar vælkomin og setir karmarnar fyri fundin, áðrenn Albert Ellefsen, formaður í Teknisku nevnd, greiðir frá yvirskipaðu kósini og visjónunum fyri miðstaðarøkið.

Síðani verður farið undir sjálva framløguna, har Eyðbjørn Larsen, advokatur setir arbeiðið í eitt breiðari høpi við at greiða frá, hví kommunur hava byggisamtyktir, hvat ein byggisamtykt er, og hvørjar heimildir ein kommuna hevur í hesum sambandi.

Høvuðsparturin av fundinum verður ein ítøkilig og stigvís framløga av byggisamtyktini, har Jóhan Petur á Stongum, ráðgevi, leggur fram ymisku partarnar av ætlanini. Framløgan er skipað í fleiri pørtum, har hvør partur verður lagdur fram og síðani verður latið upp fyri spurningum og viðmerkingum frá borgarum.

Millum annað verður dentur lagdur á gongugøtur, fríøki og frílendi, og hvussu hesi kunnu stuðla undir heilsu, trivnað og sosialt lív í økinum. Eisini verður hugt nærri at menningini av gamla býlinginum og teimum broytingum, sum liggja í uppskotinum.

Gjøgnum allan fundin verður dentur lagdur á, at borgarar fáa góðar møguleikar at seta spurningar og taka lut í kjakinum, so byggisamtyktin kann mennast á einum væl upplýstum grundarlagi.

Vága kommuna heitir á allar borgarar og onnur áhugað um at møta og taka lut í kjakinum um framtíðar menningina av miðstaðarøkinum í Sandavági.

Tey, sum koma við bili, verða vinarliga biðin um at parkera á parkeringsøkinum aftanfyri Vakstrarhúsið.

Vága kommuna