Bygdarhúsið2

Aðalfundur hjá Vága Pensionistafelag

Dagfesting:15. apríl. 2026
Staðseting:Onnur tiltøk
Klokkan:18:00

Aðalfundur hjá Vága Pensionistafelag

Aðalfundurin hjá Vága Pensjónistafelag verður í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 15. apríl 2026 kl. 18:00

Byrjað verður við ókeypis døgurða og onkrum góðum omaná. Okkara tónleikarar skipa fyri felagssanginum. Okkurt undirhald verður eisini.

Uppskot til aðalfundin skal verða nevndini í hendi 10 dagar fyri fundardagin.

Øll áhugað kunnu gerast limir í felagnum.

Vit skulu skifta ein part av nevndini út. Vit hava fólk, ið vilja stilla upp, men um tit vita onkran afturat, sum hevur hug at koma í nevndina, so eru tit vælkomin at boða nevndini frá hesum.

Av tí at vit bjóða døgurða, mugu tit tekna tykkum, so vit vita, hvussu nógv koma. Sigið frá hjá Thurid tlf. 221432 í seinasta lagi mikudagin 8. apríl. Vónandi koma nógv fólk á fund.

Vága Pensjónistafelag