Stuðlar

Stuðlar

Hetta er eitt stórt tal av fólki, sum standa skrásett á lista hjá VBF, men sum ein ikki kann rokna við eru før fyri at rykkja út til uppgávur í haga, á fjøllum ella á sjógvi, men tó í t.d. eini støðu, har leiting, bjarging ella t.d. dálkingaruppgávur koma at vara langa tíð - kanska dagar, kunnu tilkallast at gera kaffi/te/suppu ella smyrja breyð til fólkið.

Hesi kunnu eisini brúkast at stuðla/vera hjá fólki, sum tað kanska hevur verið neyðugt at evakuera úr øðrum vandaøkjum, og samla á einum stað.