Ross

Ross

Her er fingin avtala við fólk - sum eiga eini 30 ross - og eru hesi í flestu førum fólk við tilknýti til Vága Ríðingarfelag.

Hesi verða skrásett og kunnu tilkallast í eina vandastøðu at flyta fólk og útgerð út á eitt skaða- ella vanlukkustað, har verandi flutingsmøguleikar av ymsum orsøkum ikki kunnu nýtast.

Hesi fólk fáa kort- og kumpasslæru og frálæru í at samstarva/samskifta við aðrar bólkar hjá VBF. Hesin bólkur fer bert út saman við og undir leiðslu av fólki frá VBF.