Bjargamenn

Bjargamenn

Her eru útvaldir einir 10 mans, sum eru vanir at søkja bjørgini, og verður hetta eitt "fast" lið, sum kann tilkallast at "rykkja út" saman við staðkendum fólkum til bjørgini í Vágum og Mykinesi.

Hesir fáa skeið í lívbjargandi l.hjálp, skeið í at nýta nýmótans bjargaútgerð, "rapelling", børuteknikk, so sum at sjóra fólk niður- og upp í bjørgum og um gjáir, at samstarva við tyrlur og aðrar bólkar, skeið í kort og kumpass, samskifti v. m .

Hesir verða skrásettir á lista at verða tøkir í vandastøðu.