Vága Bjargingarfelagi

Tann 06.12.2019 vóru liðin 35 ár síðan Vága Bjargingarfelag var stovnað. 

Søgan um Vága Bjargingarfelag má sigast at byrja á sumri 1974, tá Sverri Nielsen var í summarfrí í Klaksvík, og har tosaði hann við Hans Andrias Johannesen frá Norðoya Bjargingarfelag um møguleikar fyri at stovna eitt bjargingarfelag.

Søgan sigur eisini, at menn frá Norðoya Bjargingarfelag vóru 2 ferðir her vesturi, men einki fingu gjørt, tí grind var báðar ferðirnar. Men so tann 6. desembur 1974 eydnaðist at hava fund og samdust hesir at stovna eitt bjargingarfelag:

Anton Guttesen, Sørvágur

John Magnussen, Sørvágur

John Fredriksen, Miðvágur

Ivan Johannesen, Miðvágur

Jens Erik Nielsen, Sandavágur

Sverri Nielsen, Sandavágur

Marni av Kák, Sørvágur

Jón Joensen, Bøur

Felagið fekk navnið Vága Bjargingarfelag