Vit sløkkja ljósini leygarkvøldið

24-03-2023

Vága kommuna verður, eins og undanfarin ár, við í átakinum Earth Hour, ella á føroyskum jarðarinnar tími, í 2023. Leygarkvøldið 25. mars frá kl. 20.30 til 21.30 verða øll ljósini í kommununi sløkt í 1 tíma

Endamálið við átakinum er, at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, eitt heimsumfatandi átak, ið byrjaði í 2007 í Sydney, har fleiri býir og kommunur eru við og tað legst afturat á hvørjum ári. Átakið er samstundis við til at geva fólki og fyritøkum íblástur til at virka fyri umhvørvinum.

Vit heita á borgarar í kommununi um at sløkkja ljósið í 1 tíma, og njóti løtuna at vera saman, spáka ein túr ella fari út í tún í grannaløgunum, fyll termofløskuna við kaffi, far í eina heita troyggju ella við teppi um herarnar, taki grønu sangbók við, og brúki so løtuna at vera saman, syngi, tosi um umhvørvi og kaga upp í himmalin. Nýti hendan tíman til eitthvørt, ið gagnar okkum menniskjum og klótuni.





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona