Vit pota aftur leygardagin

12-11-2021

Arbeitt hevur verið, saman við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkinum, í longri tíð at fáa sett upp eina lokala kanningarstøð í Vágum, sum tann fyrsta í Føroyum. Og í gjárkvøldið vórðu tær fyrstu 413 kanningar gjørdar á kanningarstøðini hjá Vága kommunu. Hóast nakað av bíðitíð og eina løtu eisini tekniskir trupulleikar við skrásetingartólunum, so gekk tað væl at pota teir 413 borgararnar, sum ikki noyddust av oynni at verða kannaðir, sigur Ásla Leila B. Johansen sum hevur staðið fyri at samskipa kanningarstøðina saman við Sølva Simonarson vegna Vága kommunu, og Selmu Herup og Biritu K. Samuelsen frá Sjúkrahúsverkinum. Aftur at sær hava tey eitt herlið av lokalum og royndum fólki at pota.

Eftir ætlan verður kanningarstøðin opin tríggjar dagar um vikuna. Týsdagar og hósdagar frá kl. 18.00 til kl. 20.00 og leygardagar frá kl. 12.00 til kl. 14.00.

Longu nú er klárt at bíleggja tíð til at verða kannaður leygardagin við at fara inn á kanning.corona.fo, og velja Miðvág sum kanningarstað. Fyri at stytta um bíðitíðina, hevur tað týdning at møta til ásettu tíð, og ikki at møta ov tíðliga.

Av misgáum, hevur sunnudagurin frá seinast ligið úti á bíleggingarsíðuni, har nøkur hava bílagt sær tíð. Hesi kunnu møta leygardagin ístaðin. Ikki er neyðugt at bíleggja av nýggjum, men nýta tí strikukotuna sum varð send út.

Vónandi verður hetta átakið við til at fyribyrgja at smittuspjæðing kemur í oynna, við tað at møguligir smittaðir borgarar verða funnir í góðari tíð. 

 



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona