Vit minnast Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen aftur á skránni

21.08.2022

Nú verður útsetta tiltakið, har vit minnast Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen, sett á skránna. Tiltakið verður í Miðvágs kirkju mikukvøldið 14. september kl. 19.00.

Í sambandi við at tað eru liðin 150 ár síðan miðvingarnir Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen vórðu bornir í heim, verður minnisløta við fyrilestrum, sangi og upplestri í

Jákup Reinert Hansen gudfrøðingur, Phd og lektari í føroyskari kirkjusøgu, og Guðrun Gaard Phd. í norðulendskum bókmentum, og abbadóttir Rasmus, halda fyrilestur og hugleiða um merkismennirnar Olivar og Rasmus. Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, lesa upp, og vit syngja sálmar og sangir eftir teir báðar. Vit bjóða ein drekkamunn í steðginum. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vága prestagjald