Vit fjølgast og eru fjølbroyttari enn vit geva okkum far um

03-07-2021

At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing.

Nýggjastu hagtølini vísa, at tað búgva 64 fólk frá 22 ymiskum londum í Vága kommunu. Hetta er tekin um stórt fjølbroyttni, og eru tey ein gáva og styki fyri kommununa, at kunna fevna so breitt.

Men tað hevur týdning, at tilflytarar kenna seg vælkomnar, at tey fáa góða kunning og vegleiðing, so tey kunnu trívast og mennast saman við okkum í kommununi. 

Útlendingastovan hevur seinastu árini framleitt nógva góða kunning til útlendskar tilflytarar, og á heimasíðuni hjá Vága kommunu er ein síða á enskum Integration (EN), ogna tilflytarum, við kunning og vegleiðing um møguleikar í kommununi og sum vísir til kunning á síðuni hjá Útlendingastovuni.

Familjuvinir

Eisini Reyði Krossur Føroya arbeiður við at lætta um tilveruna sum tilflytari. Tey hava nýliga stovnað eitt nýtt tilboð tey nevna Familjuvinir. Hetta er eitt tilboð har sjálvboðin kunnu tekna seg sum familjuvinir hjá tilflytarum. Tað kann vera sum einstaklingur ella familja, at gera mun fyri eina tilflutta familju ella ein tilflytara, sum ikki hevur eitt stórt føroyskt netverk. 

Ein sjálvboðin familjuvinur er ein, ið hevur hug at knýta vinarbond og er áhugað/ur í at hjálpa tilflytarum at fella til. Saman kann man t.d. menna og venja føroyska málið og tosa um føroysk viðurskifti, ganga túrar o.a. 

Meir kunning um hvussu tú kann gerast Familjuvinir kann lesast í faldarinum á síðuni Integrasjón og ensku síðuni Integration (EN) og eitur the Family Network. Faldarin er bæði á føroyskum og enskum.

Báðar síðurnar eru nýggjar og verða javnan dagførdar við nýggjari kunning.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona