VIT ERU KLÁR – UM LANDIÐ VIL GJALDA

04-01-2022

Í Degi og Viku í kvøld, vísti landslæknin á týdningin av, at økt verður um kapasitetin at pota innlendis, nú Omikron av álvara er farin at gera um seg. Men, sum er, hevur sjúkrahúsverkið ikki starvsfólkaorkuna til at økja um potingarkapasitetin. Men starvsfólkaorkuna hava vit.

Eftir at hava heitt á landsmyndugleikarnar, løgtings- og landsstýrisfólk v.m. í fleiri umførum, tóku vit í Vága kommunu sakina í egnar hendur, og saman við Sørvágs kommunu, við leiðbeining frá sjúkrahúsverkinum, gjørdu vit okkara egnu lokalu potingarstøð í Vágum.

Í Vágum eru vit so vælsignaði, at vit eiga nógv dugnalig fólk, eisini við royndum á økinum, og tí kundu vit eftir lítlari løtu fara í gongd. Men fíggjarligu ábyrgdina av potingini, hava Sørvágs kommuna og Vága kommuna borðið einsamallar. Sum er, pota vit 2 til 3 ferðir um vikuna, onkuntíð 4 ferðir. Umframt at vit hava verið og pota inni í Sundalagnum, inni á skúlum og í barnagørðum, hetta fyri at samfelagið ótarnað skal kunna halda fram, so ómakaleyst sum gjørligt.

Vit hava heilt víst gjørt okkara samfelagsskyldu, og hildið smittuspjæðingini niðri í Vágum, sum okkara borgarar sjálvir hava goldið fyri, og hava vit valt tað sjálvi. Samstundis hava vit spart landinum fyri hesa útreiðslu, tí tey skuldu potast óansæð.

Um tað, at okkara borgarar hava so lætta atgongd at sleppa framat eini potingarstøð er orsøkin til lágu smittutølini í Vágum, skal eg lata standa ósvarað. Men higartil hava vit gjørt umleið 7600 potingar, og liggja í løtuni við lægsta smittu % í landinum.

Vit vilja vísa á, at um heitt verður á okkum um at lata upp fyri at pota borgarar úr øllum landinum, so kunnu vit uppá onga tíð vera til reiðar við okkara dugnaliga toymi, allar dagar í vikuni, um tørvur er á tí – um landið vil gjalda fyri tað her vesturi eisini.

 

Bjarni Prior,

borgarstjóri

 


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona