Visit Lindesnes á vitjan hjá Visit Vágar og Vága kommunu

Mynd: Nevnd og starvsfólk hjá Visit Lindesnes og Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari á Visit Vágar.

12-05-2022

Á kommunuskrivstovuni í gjár komu níggju gestir úr Noregi á vitjan. Visit Lindesnes er menningarstovan hjá Lindesnes kommunu í Suðurnoregi. Tey eru komin til Føroya, at kunna seg um hvussu føroyskar ferðavinnumenningarstovur arbeiða. Tey hava tí verið og vitjað tríggjar menningardeildir, har ímillum Visit Vágar.

Bjarni Prior, borgarstjóri og formaður í samstarvsnevndini fyri Visit Vágar tók í móti gestunum. Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari á Visit Vágar, hevði eina framløgu fyri teimum um Visit Vágar, um tilgongdina Visit Vágar hevur verið ígjøgnum, at vera farin frá at vera ein kunningarstova til síðan 2020 at vera ein menningarstova (DMO). Greitt varð frá dagliga arbeiðinum hjá menningarstovuni, týdningin av at arbeiða fram ímóti at ferðavinnan gerst sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygg, at veita ráðgeving og at skapa samstørv. Skelting og gøtuskipan fyri at stýra ferðavinnustreyminum, viðlíkahald av gøtum gjøgnum eitt nú Closed for Maintenance átakið,  avbjóðingarnar við at arbeiða við tveimum kommunum sum hava ymiskan tørv á menning, og avbjóðingar við vantandi lógarkarmi og heimild á ferðavinnuøkinum.

Norsku gestirnir frá greiddu somuleiðis frá teirra arbeiði. Visit Lindesnes er, eins og Visit Vágar, ein DMO, men eru skipað eitt sindur øðrvísi. Visit Vágar er kommunalt, og er fíggja av Vága kommunu og Sørvágs kommunu, og skipað undir eini samstarvsnevnd. Visit Lindesnes er eitt felags kommunalt og vinnuligt felag. Fíggingini kemur frá kommununi, vinnulívinum og ymiskum verkætlanum. Teirra arbeiðsøki er deilt í trý við marknaðarføring, økismenning fyri at tryggja sosiala, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygd í ferðavinnuni, og sum tað triðja við ráðgeving til ferðavinnuveitarar.

Øll vóru samd um at Visit Vágar og Visit Lindesnes arbeiddu eins á nógvum økjum, serliga við burðardygd sum gjøgnumgangandi tema, men at tað samstundis var nógv sum tey kunnu læra frá hvørjum øðrum.

 

 





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona