Vinnu- og havnanevndin á vitjan á Fútakletti

23-09-2021

Týsdagin var Vinnu- og havnanevndin hjá Vága kommunu á vitjan á smoltstøðini hjá Hiddenfjord á Fútakletti.

Ingi Joensen, leiðari vísti og greiddi Vinnu- og havnanevnduni frá um tilgongdina frá rognum og til smoltini eru klár at seta á sjógv. Miðalvektin á smoltunum í dag, tá ið tey verða sett á sjógv, er omanfyri 600 gramm í miðal.

Síðan 2010 er nógv orka løgd í gransking og stórar íløgur gjørdar fyri at vaksa um smolti. Tí hava stórar útbyggingar verið á Fútakletti seinastu árini, og er gólvvíddin á virkinum nú 16.868 m2.

Framleiðslan á Fútakletti hevur stóran týdning fyri góðu gongdina hjá Hiddenfjord. Smoltini eru nógv størri nú enn hvat tey vóru fyri nøkrum árum síðani. Vanligt var, at smoltini lógu um 80 gramm til í dag at vera omanfyri 600 gramm í miðal og tað hevur havt við sær, at laksurin ikki skal ganga so leingi á sjónum. Við hesum hevur Fútaklettur gingið á odda og víst vegin fyri alheimsins laksaframleiðarum, hvussu vaksi verður um smoltini og harvið minka um tíðina hjá smoltinum á sjónum og um smittuvandan við lús. 

Formaðurin í Vinnu- og havnanevndini, Jóanis Albert Nielsen sigur, at tað var sera áhugavert at vera á virkisvitjan á Fútakletti, at síggja framleiðsluna og at hoyra Inga Joensen greiða frá um tilgongdina.

Tað starvast 37 fólk á Fútakletti.














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona