Við ynski um eitt eydnuberandi og friðsælt nýggjár!

Tað síðsta Hennara Hátign Drotning Margreta segði, áðrenn hon fór í bilin var, at hetta hevði verið eitt stórt upplivilsi og eitt deiligt kvøld, og viðvíkjandi generalinum, so skuldi borgarstjórin hoyra aftur.

30-12-2021

Nú er 1 ár síðan, at eg setti meg í heita stólin, á innastu skrivstovuni á Hammershaimbsvegi 1, sum borgarstjóri fyri Vága kommunu. Ein, fyri meg, nýggj og ókend tíð, eins og hjá nógvum av teimum, ið vórðu vald inn í býráðið 10. november 2020. Men saman, við nøkrum royndum býráðslimum, einari arbeiðssamari og vegleiðandi umsiting, brettu vit upp ermar og fóru til verka, við treysti, tann 1. januar 2021. Og afturlítandi, hevur tað gingist væl, í góðum samstarvi millum alt býráðið og starvsfólk í kommununi.

Hóast árið 2021, eins og undanfarið ár, hevur verið merkt av avmarkingum vegna COVID-19 heimsfarstóttina, so vóru tað fleiri stórar hendingar ið fóru fram, har vit sum kommuna stóðu saman og fegnaðust.

Seyðamaðurin á Sondum

Í Sandavági var stórt hátíðarhald leygardagin 19. juni, tá stórbæra standmyndin av Seyðamanninum á Sondum varð avdúkað. Ein bólkur av sjálvbodnum hevði tá, í fleiri ár, arbeitt við eini verkætlan, at reisa eina standmynd av Seyðamanninum á Sondum, og fingið til vega fígging frá stuðlum til stóru verkætlanina. Frægi myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, evnaði standmyndina til, sum stendur við vøkru kirkjuna í Sandavági. Teir eiga stórt rós uppiborið fyri arbeiðið, at varðveita okkara siðsøguligu mentan. 

Dagurin varð hátíðarhildin við skrúðgongu, røðum, kórsangi, føroyskum dansi, hornblástri og tónleikaframførslu. Ein góður dagur!

Drotningavitjanin

Leygardagin 17. juli, var sannur hátíðardámur í kommununi. Tá kom Hennara Hátign Drotning Margreta II á vitjan. Sólin skein og vit øll somul vístu okkum frá okkara bestu síðu.

Almenna vitjanin byrjaði í Vatnsoyrum, har Drotningin heilsaði uppá býráðið og vitjað varð á Zarepta. Seinni á kvøldið, hevði eg tann heiður, at vera vertur fyri einum døgurða fyri Hennara Hátign. Valið fall á Gamla Hotel – Magenta í Miðvági, har Drotningin eisini vitjaði á síni fyrstu Føroyaferð í 1959. Nógv varð gjørt burturúr. Karmarnir, tænastan, maturin og hugnin var í hásæti og eini drotning verdug. Og hon var bergtikin! Bergtikin av vakra sanginum, og hvussu væl okkara borgarar tóku ímóti henni, meðan hon stóð á svalanum aftur 62 ár seinni, og fjøldin sang Fagra Blóma fyri henni. Gávuna sum hon fekk, ein smykka sniðgivin og framleidd av ALIA GURLI, var hon sera fegin um, og hevði tað á orði, at hesa fór hon heilt víst at brúka.

Tað síðsta Hennara Hátign Drotning Margreta segði, áðrenn hon fór í bilin var, at hetta hevði verið eitt stórt upplivilsi og eitt deiligt kvøld, og viðvíkjandi generalinum, so skuldi borgarstjórin hoyra aftur (sí røðuna fyri drotningini her). Havi onki hoyrt aftur enn, men lat okkum bara siga at tað er korona, ið er atvoldin til tað.

Frá MEST til borgarstjóri í Vága kommunu, og frá havhesti hjá Mouritz til fermenteraðar rabarbur við Drotningini, ja verðin er løgin.

Fyri meg var hetta ein stór løta og eg var stoltur! Stoltur av, at vera borgarstjóri fyri borgarum og starvsfólki í okkara vøkru kommunu. Ein stórur dagur!

Stóðu saman um Sverra

Ein av stóru løtunum í summar var, á sjálvari ólavsøkuni, tá okkara egni Sverri Sandberg Nielsen ró finalu í single sculler til OL í Tokyo. Hóast tað ikki eydnaðist Sverra at uppnáa málið hann hevði sett sær fyri, so vísti hann seg sum ein sannan undangongumann, til stóran íblástur fyri okkum øll, og serliga okkara ungu. At seta sær mál, og við heilum hjarta fara eftir teimum. Tey eru fá, í øllum heiminum, sum hava hegni og viljan at røkka so langt, sum at luttaka í eini OL finalu, og hetta bragd fegnaðust vit sum bygdafólk, kommuna og land um, tá 100 tals, á vøllinum í Miðvági, og 1000 tals á Kongabrúnni í Tórshavn savnaðust, at fanga hesum úrmælingi, sum vit øll eru so errin av. Ein serstøk løta!     

Vatnsoyrar 100 ár

Tann 20. oktober 1921 setti fyrsta húskið búgv í Vatnsoyrum. Tann 20. oktober 2021, vóru tískil 100 ár liðin síðan, og hetta varð hátíðarhildið í bygdini. Býráðið, setti sær fyri fyrr í ár, at skipa eitt miðstaðarøki í bygdini, har borgarar kunnu koma saman um ymiskt tiltøk. Í samband við hátíðardagin, varð miðstaðarøkið avdúkað og hátíðarhald varð hildið inni á Zarepta, við røðum, sangi og bókaframløgu.

Miðstaðarøkið er prýtt við benkrum, gróti, ymiskum plantuvøkstri, kunningarskelti um bygdina og við almennari flaggstong, og nú á jólum er økið prýtt við ljósi og einum serstakliga vøkrum jólatræið. Tað var ein hugnalig løta tá eg, sum borgarstjóri, á fyrsta sinni fekk heiðurin at tendra fyrsta jólatræið.

Her skal ein tøkk sendast til okkara dugnaligu arbeiðsfólk fyri valaverk, og til Lilju Thorsteinsson fyri at skapa hesa vøkru perlu í Vatnsoyrum.

Barna- og ungdómsøkið høga raðfesting í 2022     

Eitt av mínum hjartamálum, og sum hevur høga raðfesting hjá býráðnum, er barna- og ungdómsøkið. Frítíðar- og ungdómstilboð hevur ein sera týðandi leiklut í eini kommunu. Og eitt tað fyrsta nýggja býráðið gjørdi var, at seta ein arbeiðsbólk at koma við eini frágreiðing og tilmælum um, hvussu barna- og ungdómsøkið í kommununi best kundi skipast.

Arbeiðsbólkurin kom við 8 tilmælum til býráðið, sum fyrr í ár vórðu samtykt at arbeiða víðari við og at seta í verk. Millum tilmælini vóru, at orða ein barna- og ungdómspolitikk og eina heildarætlan fyri børn og ung, at seta á stovn eitt ungdómsráð, stovna eitt livandi virkishús, seta ein samskipara at leiða verkætlanina og at hækka játtanina til barna- og ungdómsøkið.

Fleiri av hesum tilmælum eru í umbúna í umsitingini, og fyrst í komandi ári stovnar kommunan eitt livandi og skapandi virkishús fyri børn og ung. Miðja verður ímóti, at virkishúsið verður opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum fyri børn og ung. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokki til 18 ár.

Sum kommuna ynskja vit at ganga á odda, og vera tann broytingin sum vit vilja hava, og ynskja vit at ganga á odda við at menna og leggja dent á tað, sum fremur góða heilsu og eitt gott barna- og ungdómslív.

Ein íløga í barna- og ungdómsøkið er ikki bert ein íløga her og nú, men skal síggjast sum ein fyribyrgjandi og neyðug íløga í fólkaheilsuna hjá verandi og komandi borgarum í Vága kommunu, og tí hevur býráðið hækkað játtanina til barna- og ungdómsøkið munandi í 2022, og hetta fegnist eg um.

Bestu normering í landinum

Normering á dagstovnunum hevur verið nógv í fokus seinastu árini. Tá tosað verður um normering, so er ikki semja í øllum kommunum um hvat hendan inniber. Summar kommunur hava leiðslu, køkshjálp, vasking av stovni o.l. við í normeringini og aðrar ikki. Sama er galdandi fyri tíð til annað arbeiði, stovufundir o.s.fr.

Býráðið ynskir at raðfesta tíð saman við børnunum, og hevur samtykt soljóðandi normering á dagstovnaøkinum. Fyri vøggustovubørn er normeringslykilin 11,25 tímar. pr. barn, harav 11 tímar til tíð saman við børnunum og 0,25 tímar til annað arbeiði. Fyri barnagarðsbørn er normeringslykilin 6,75 tímar pr. barn, harav 6,6 til tíð saman við børnunum og 0,15 tímar til annað arbeiði. Umframt hesa tíð, er tann sáttmálabundni tímin.

Harafturat eru 40 tímar settir av til leiðara, 20 tímar til varaleiðara, tímar til reingerð, køk o.a. sum kemur afturat normeringini til børnini.

Stovnarnir í Vága kommunu hava áður hildið seg til ein normeringslykil sum eitur 10 tímar pr. vøggustovubarn og 6 tímar til barnagarðsbørn. Við hesi samtykt verða fleiri tímar raðfestir til børnini, umframt at tímar eisini verða settir av til annað arbeiði.

Við hesum vóna vit at okkara børn og dugnaligu starvsfólk saman kunnu mennast enn meira.

At vit hava bestu normering í landinum, merkir ikki at vit eru komin á mál, men at vit hava eitt gott útgangsstøði at gerast enn betur.

Skúlabygging

Á páskum í ár vóru 60 ár liðin, síðan felagsskúlin inni á Giljanesi varð tikin í brúk. Undanfarin býráð hava sett sær sum mál, at vit skulu hava ein nýggjan og dagførdan skúla, sum lýkur dagsins tørv bæði fakliga og í rúmmetrum, og at nøkta tørvin á einum vaksandi barnatali í kommununi. Fyri fleiri árum síðan, var 1.byggistig av trimum tikið í brúk, og í ár hevur býráðið sett sær fyri, at fara undir 2.byggistig av nýggja skúlanum á Giljanesi.

2.byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Víðkaðir karmar verða til heimastovur og felagsøkir. Harumframt verða broytingar gjørdar í 1.byggistigið, sum fara at betra um møguleikan fyri serundirvísing, umframt at umstøðurnar hjá lærarum og heilsustarvsfólki eisini verða broytt og betra.

Hetta er ein stórur partur av íløgujáttanini á fíggjarætlanin fyri 2022. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í okkara børn og ungdóm, og í framtíðina hjá kommununi, og eg eri sannførdur um at við áræðinum í býráðnum og dugnaskapi í bygginevndini er hetta rætta løtan, sjálvt um tað leggur eitt fíggjarligt trýst á okkum næstu árini.

Korona

Eins og undanfarið ár, hevur korona farsóttin sett avmarkingar fyri virkseminum og trivnaðinum í kommununi. Millum stóru avmarkingarnar var, at Vestanstevnan enn einaferð varð avlýst. Men góðu kreftirnar í Sandavágs Ítróttarfelag mistu ikki móti og skipaðu í staðin fyri hugnaligum seinsummardøgum, við eini fjølbroyttari skrá, um miðjan september tá smittustøðan var betri.  

Í august mánað sóu vit, at tað bar til at gera avtalu við sjúkrahúsverkið um, at tey komu vestur til okkum at koppseta, og við góðum samstarvi við okkara húsavørðar og Sørvágs kommunu, varð koppsett í tveimum umførum á Giljanesi og eydnaðist hetta sera væl.

Í november tá smittuspjæðingin tók seg upp aftur í samfelagnum, sóu vit ein avbjóðing í, at tað var trupult hjá okkara borgarum at sleppa framat til poting og at nógv orka og tíð, serliga hjá barnafamiljum, fór til at koyra til Havnar ella aðrastaðni í landinum, ofta seint á kvøldi, at lata seg pota. Vit royndu tí aftur at gera eina avtalu við sjúkrahúsverkið um at pota í Vágum. Men høga arbeiðstrýstið á sjúkrahúsverkinum gjørdi at tað var ikki møguligt við eini varandi potingarstøð í Vágum.

Í samráð við og við ráðgeving frá Sjúkrahúsverk Føroya, átóku vit, saman við Sørvágs kommunu, uppgávuna á okkum, at standa fyri eini potingarstøð í Vágum, bæði fíggjarliga og við starvsfólki. Vit settu fólk at samskipa tíðir, pota, skráseta, skaffað verndarútgerð, heinta kanningarútgerð til hvørja poting og til at senda royndirnar til greiningar. Hetta var møguligt, tí vit eru signaði við dugnaligum fólki í kommununi, sum hava førleikarnar og kundu átaka sær uppgávuna.

Potað hevur verið upp til fleiri ferðir um vikuna, og sum støðan er í løtuni, halda vit fram at pota fyrst í nýggja árinum. Higartil hava vit siglt millum skerini í mun til onnur øki í landinum, og hava ikki verið líka hart rakt.

Her skal ein serstøk tøkk ljóða til Sølva Simonarson og Áslu Leilu Birgirsdóttir Johansen saman við teirra toymi, fyri so fyrimyndarliga at lofta tí eg setti gongd á.

Tekniska økið og bústaðir

Ein av stóru fíggjarligu postunum hjá kommununi er tekniska øki. Seinastu tvey árini er nógv asfalterað, og arbeitt hevur verið við at fáa kloakkviðurskiftini í rættlag. Nógv er lagt fyri, so at vit kunnu koma undan á bústaðarøkinum, tí er ferð sett á útstykkingar í øllum trimum bygdunum. Alt gongur ikki so skjótt, sum eg kundi hugsa mær, men tað er gongd á í økinum.

Somuleiðis eru ætlanirnar á bústaðarøkinum broyttar soleiðis, at vit framyvir hugsa um at skapa rúm fyri alternativum búeindum. Tað verður hugsa í bæði raðhúsum og íbúðum, við hesum vilja vit gagnnýta økini betri. Stutt inn í nýggja árið, verður eitt økið bjóða út í samsvar við hesa ætlan.

Nógvir snøklar eru eftir ið arbeitt verður við, og nakrir av teimum ið liggja fyrst fyri í 2022 eru at asfaltera Rasmusargøtu og teir manglar ið har eru, útbjóðing av Nýggjavegi, ferðsluljós í Miðvági og Sandavági fyri at tálma ferðini, kloakkin á Valloyruni gerast liðug, verkætlan um uppíbygging í Søljugarði og verkætlan um parkeringsøki til Skúlan á Giljanesi fyri at nevna nøkur. Á grønu leiðini verður arbeitt við at nýta vatn úr Hýsisá til at minka um orkunýtsluna, ið verður brúkt til at pumpa vatn úr Leitisvatni.

Vága kommuna eigur nógva bygningar, meira enn vit hava klárað at hildið viðlíka. Játtanin til viðlíkahald í 2022 er hækkað munandi, enn tað nakrantíð er gjørt fyrr. Tó er hetta langt frá nokk og okkara dugnaligu húsavørðar kempa dagliga við hesum.

Tí eigur býráðið at umhugsa, um ikki tómir bygningar í minni góðum standi, vildu tænt okkara borgarum betri um teir vóru seldir, og harvið settir í stand og gagnnýttir til tað endamál teir eru egnaðir til.

Tað kostar nógv í rakstri, at eiga tómar bygningar.

Visjón fyri næstu árini

Nú vit tvísporandi nærkast einum nýggjum ári, hevur býráðið avgjørt at heinta íblástur frá Sverra Sandberg Nielsen, at seta okkum nøkur mál fyri kommununa næstu nógvu árini, og við eini visjón at røkka hægri tindum. 

Visjónin skal siga okkum, hvønn veg vit sum kommuna ætla at menna okkum komandi 10 árini ella so. Í hesum arbeiði verður tosað við ymiskar partar í kommununi og áhugabólkar – hetta fyri at fáa hoyrt hvørjar væntanir og tørv ymisku bólkarnir hava. Tað er ikki vist at alt verður uppfylt, men við hesum vit fáa eina kenslu av hvat borgarin, feløg og virkir vóna fer at henda komandi árini.

Vit skulu tora at seta okkum mál, tí uttan mál standa vit í stað, ella verri fella afturút.

Vit hava víst í verki, at vit klára at lofta avbjóðingum, vit sum kommuna og landið standa fyri, og at vit hava førleikarnar í kommununi, við dugnaligum borgarum, fakfólki og starvsfólki, at útinna hesar uppgávur, og vit eru til reiðar at lofta enn fleiri uppgávum og/ella avbjóðingum í 2022 og í framtíðini.

Við ynski um eitt eydnuberandi og friðsælt nýggjár!

Bjarni Prior

borgarstjóri















17.12.2021
Minnast tit hesar?


























30.10.2021
Skattalistin 2020




20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár








































30.07.2021
Góði Sverri










03.07.2021
Kunngerð















03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona