Vatnsoyrar 100 ár

Myndin er lánt frá Heðin Poulsen úr Vatnsoyrum

20-10-2021

Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen – Stóri Martin, Martin Jacobsen – Lítli Martin, Dánjal Poulsen – Suðuroyar Dánjal, Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen.

Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum. Í 1921 avgerð hann at flyta oman at búgva og býr við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin er 20. oktober 1921.

Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna skipa eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdini. Og leygardagin 23. oktober kl. 14.00, verður hátíðarhald í bygdini í samband við 100 ára dagin, tá miðstaðarøkið somuleiðis alment verður tikið í nýtslu.

Skráin fyri dagin:

Kl. 14.00 Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og heldir eina røðu

Kl. 14.10 Borgarstjórin avhendar miðstaðarøkið og Kirstin Poulsen úr Vatnsoyrum avdúkar minnismerkið

Kl. 14.15 Fjósið – fyrsta húsið í Vatnsoyrum er opið við myndaframsýning

Kl. 14.45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Zarepta har kommunan bjóðar kaffi og kakur

Kl. 14.50 Vágakórið syngur

Kl. 15.30 Í salinum greiðir Karl Jóhan Nielsen frá um Vatnsoyrar og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur hugleiðir um Vatnsoyrar sum niðurseturbygd

Kl. 16.00 Bókaframløga um Vatnsoyrar – Dánjal Poulsen leggur fram um ætlaðu bókina um Vatnsoyrar

Kl. 17.00 Tiltakið endar

 



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona