Vágs kommuna á vitjan hjá Vága kommunu

Frá vinstru: Arni D. Brattaberg, fíggjarleiðari, Esther Suðuroy, bókhaldari, Suni Poulsen, tekniskur teknari, Petry H. Mortensen, býráðsskrivari, Jákup Olsen, tekniskur leiðari, Gunnvá A. Thomsen, skrivstovufólk, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.

 

11-03-2022

Í morgun komu nøkur umboð frá fyrisitingini, saman við Bjarna Johansen, borgarstjóra í Vágs kommunu á vitjan á kommunuskrivstovuni í Sandavági. Bjarni Prior, borgarstjóri tók ímóti, saman við fyrisitingini í Vága kommunu.

Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðaði vælkomin, prensenteraði fyrisitingina og hvørji øki tey sita við. Síðan greiddi borgarstjórin frá um nýggja tilboðið á barna- og ungdómsøkinum, um tilgongdina og undirtøkuna millum bæði býráðið og tey ungu í kommununi.

Síðan varð greitt frá um bústaðarætlanirnar hjá Vága kommunu, um tær útstykkingar sum liggja í ætlanini fyri Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, umframt hvørjar hugsanir eru í framtíðini.

Tosað varð um ymisk felagsmál og avbjóðingar báðar kommunurnar hava á tekniska økinum, har ímillum hús ið standa tóm og hús ið vera keypt til summarhús.

Ferðaliðið úr Vági helt so leiðina fram til Vestmanna at vitja kommununa har. Vit takka fyri vitjanina og innbjóðingina at koma suður til Vágs at vitja tey.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona