Vága kommuna við í slóðbrótandi námsfrøðiligari verkætlan

08-09-2020

 

Í endanum av september 2020 fer ein námsfrøðilig verkætlan av bakkastokki, ið verður framd av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Vága kommunu, Eiðis kommunu, Sunda kommunu og Nes Kommunu.

Verkætlanin hevur sum endamál at økja dygdina á námsfrøðiliga arbeiðinum í dagstovnunum í luttakandi kommunum. Í stuttum er uppskriftin, at ein granskari og tríggir dagstovnar stovna eitt Professionelt Námsfrøðiligt Netverk. Frá hvørjum dagstovni luttaka ein leiðari og tveir námsfrøðingar í einum netverksbólki; luttakandi fólkini í netverksbólkinum hava til uppgávu at seta átøk í verk í einstøku dagstovnunum.

Netverkið er avmarkað í tíð.  Netverksbólkurin møtist fýra ferðir (umleið tríggjar tímar hvørja ferð); hvørja ferð er ein skrá, ið skal facilitera at í seinasta enda verða námsfrøðiligar betringar framdar í dagstovnunum. Hesar betringar skulu standast av, at netverksbólkarnir arbeiða saman við at finna nakrar felags námsfrøðiligar aðalreglar, sum skulu roynast av í verki. Hesar námsfrøðiligu aðalreglar skulu vera eitt svar uppá eina konkreta avbjóðing, ið einstaki dagstovnurin stendur í, t.d. hvussu møta vit mammum úr øðrum londum, hvussu skapa vit eitt tilboð til børn ið hava fingið staðfest ADHD, hvussu læra vit børn at handfara ósemjur ella hvussu økja vit orðafeingið hjá dreingjum í aldrinum 3-5 ár.

Longi hevur verið arbeitt í londunum rundanum okkum við einum líknandi skipan, ið nevnist ein Professionellur Lærandi Felagsskapur  – mest í skúlum, men eisini í dagstovnum. Seinastu fimm árini er skjøtul síðani settur á at stovna hesi Professionell Námsfrøðilig Netverk innan skúlaøkið, men onki serligt er enn gjørt við dagstovnar. Harvið vera hesar kommunurnar í Føroyum saman við námsvísindadeildini nøkur av teimum fyrstu í heiminum ið royna skipanina við Professionellum Námsfrøðilig Netverkum av í verki, í dagstovnahøpi.

Verkætlanarleiðari er Jóhannes Miðskarð, Phd og Adjunktur á Námsvísindadeildini.

Meira kunning fæst á hesi heimasíðu, har tað eisini ber til at melda seg til eitt tíðindabræv: https://www.pnngransking.com/





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona