Vága kommuna luttekur í Virkin oktober

01-10-2022

Vága kommuna er samstarvspartnari í ABC fyri sálarliga heilsu og vit luttaka í Virkin oktober. Virkin oktober 2022 er frá 1.-31. oktober og er ein álmanakki við uppskotum til, hvussu tú kanst vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga gjøgnum mánaðin.

Tað er gott fyri sálarligu heilsuna at vera virkin á ymiskar mátar. Tú kanst fylgja álmanakkanum hvønn dag, tá tað passar tær ella fáa íblástur til at vera virkin á aðrar mátar. Hvønn morgun í oktobur, fara vit at deila eitt uppslag við hugskotum úr álmanakkanum til hvat vit, hvør í sínum lagi ella saman, kunnu gera fyri at betra um sálarheilsuna. Álmanakkin kann takast niður á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum við at klikkja her.

Í samband við Virkin oktober, skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini kapping. Tú kanst fylgja álmanakkanum hvønn dag, tá tað passar tær ella fáa íblástur til at vera virkin á aðrar mátar. Tú kanst luttaka so ofta tú hevur hug við ymiskum myndum av virknum løtum. Við at deila tínar myndir, kanst tú geva øðrum íblástur til at vera virkin í oktober

Soleiðis luttekur tú í kappingini á Instagram:

  1. Fylg @Folkaheilsuradid á Instagram
  2. Tak eina mynd ella video, sum vísir, hvussu tú ert virkin í oktober
  3. Deil tína mynd sum uppslag við hashtags: #virkinoktober2022 og #abcfyrisálarligaheilsu

So ert tú við í lutakastinum um góða vinningin!

Lutakast verður millum allar myndirnar, sum fylgja treytunum omanfyri. Tí hevur tað týdning, at tú nýtir røttu hahstags og fylgir Fólkaheilsuráðnum fyri at taka lut í kappingini.

Fyri at Fólkaheilsuráðið skal síggja øll uppsløgini, ið eru við í kappingini, fylgja tey øllum teirra nýggju fylgjarum, so tey síggja tína luttøku, hóast tú evt. hevur privatan vanga á Instagram. Um tú eisini taggar @vaga_kommuna í so vísa vit hvussu væl vit í kommununi eru við.

Vinnarin verður funnin týsdagin 1. november 2022 og vinnarin fær beinleiðis boð.

Góðan virknan oktober!

#virkinoktober2022 #abcfyrisálarligaheilsu

 


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona