Vága kommuna hevur sett Búgva Róin í starv sum gartnari

14-06-2023

Býráðið í Vága kommuna hevur, við Visjón 2032, sett sær fyri, at raðfesta býarumhvørvið, trivnað og burðardygg menning sum nakrar av grundsúlunum undir kommununi næstu 10 árini. Sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna økið á ein burðardyggan hátt til frama fyri býarumhvørvið og trivna. Í tí sambandi varð søkt eftir einum gartnara at hava ábyrgdina av grøna økinum í kommununi.

Saman við einum toymi av dugnaligum starvsfólkum, kemur Búgvi at hava yvirskipaðu ábyrgdin av grøna økinum í kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlundum og miðstaðarøkjum, umframt at skapa og skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýli, kirkjugarðar v.m.

Búgvi er 50 ár og útbúgvin anlegsgartnari í Stenstrup við Svendborg á Fjóni. Hann hevur drúgvar royndir á økinum. Síðan Búgvi var liðugt útbúgvin í 1999, hevur hann virkað sum gartnari í Føroyum, við egnari gartnarafyritøku frá 2000 fram til 2017. Hann hevur seinastu 6 árini starvast sum býargartnari hjá Runavíkar kommunu.

Búgvi er ógvuliga tilvitaður um umhvørvi og náttúruvernd, og leggur dent á, at skilja og endurnýta avgrevstur og annan vøkstur. Sjálvur annar, hevur Búgvi givið út vælumtóktu "Urtagarðsbókin" fyri ársskiftið 2022, har hann stóð fyri tí fakliga tekstinum í bókini.

Búgvi byrjar í starvinum mánadagin 19. juni 2023.

 














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona