Vága kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við MEA – húsið fyri familjumenning

Vígdis Skorheim frá MEA og Bjarni Prior, borgarstjóri

06-12-2022

Í morgun, tann 6. desember 2022 skrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri, og Vígdis Skorheim, leiðari, undir samstarvsavtalu, sum Vága kommunu hevur gjørt við MEA Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið. Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Vága kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið.  

Avtalan gevur møguleika fyri at:

  • Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP skeið ókeypis.
  • Øll foreldrapør í kommununi, kunnu tekna seg til KIFF skeið ókeypis.
  • Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa 5 tímar ókeypis familjuráðgeving

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement, ella leysliga týtt; Praktiskur Reiðskapur til eitt enn betri parlag

KIFF skeiðið er til foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.

Verður undirtøkan nóg stór, verður miðja í móti, at skipa okkurt skeið í Vágum.

Tey sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella mea@mea.fo. Kommunan fær hagtøl frá MEA um hvussu nógv taka av tilboðnum, men fær ikki at vita hvør hevur luttikið.

Samstarvaavtalan er galdandi frá 1. Januar 2023 og 1 ár fram.














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona