Ung í arbeiði 2023

Felagsmynd av Ung í arbeiði 2022

09.06.2023

Aftur í ár fer Vága kommuna at skipa fyri ung í arbeiði, fyri næmingar sum ganga í 9 flokki.

Ung í arbeiði verður frá mánadegnum 26. juni til fríggjadagin 7. juli. Arbeitt verður 6 tímar um dagin, frá kl. 9:00 - 15:00.

Tilmelding kann gerast við at fylla út formularin niðanfyri. Freistin at tekna seg fríggjadagin 23. juni.

Tey sum sleppa við í ung í arbeiði fáa sendandi eitt skriv um hvar og nær tey skulu møta.

Harafturat er tørvur á fýra ungdómum at byrja skjótast gjørligt til arbeiði á grøna økinum. Hesi kunnu seta seg í samband við Ragnar á Presttrøðni, arbeiðsformann á teldupost ragnar@vaga.fo fyri at hoyra nærri um arbeiðið, og frá nær og hvssu leingi tørvur er á arbeiðsmegi.

Tilmelding

Hvussu leingi ynskir tú at arbeiða? *