Umsóknarfreist til mentanar- og frítíðarvirksemi 1. mars 2023

20.02.2023

Freistin fyri at søkja stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi fyri fyrru hálvu av 2023 er 1. mars 2023.

Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð gjørt av, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa, um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.

Samtykt varð, at seta inn sum nýggja § 1 “Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september”. Og til § 8 er lagt afturat, “harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja”.

Umsóknir, ið koma inn eftir 1. mars 2023, verða fyrst viðgjørdar eftir 1. september 2023.

Reglugerðin kann lesast her.