Umsóknarfreist til mentanar- og frítíðarvirksemi 1. september 2021

19.08.2021

Freistin fyri at søkja stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi fyri heysti og veturin 2021/22 er 1. september 2021.

Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð gjørt av, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa, um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.

Samtykt varð, at seta inn sum nýggja § 1 “Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september”. Og til § 8 er lagt afturat, “harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja”. Samstundis verður § 9, stk 5. strikað.

Umsóknir, ið koma inn eftir 1. september 2021, verða fyrst viðgjørdar eftir 1. mars 2022.

Reglugerðin kann lesast her.