Umsóknarfreist til mentanar- og frítíðarvirksemi 1. mars 2022

07-02-2022

Freistin fyri at søkja stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi fyri vár og summar 2022 er 1. mars 2022.

Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð gjørt av, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa, um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.

Samtykt varð, at seta inn sum nýggja § 1 “Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september”. Og til § 8 er lagt afturat, “harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja”. Samstundis verður § 9, stk 5. strikað.

Umsóknir, ið koma inn eftir 1. mars 2022, verða fyrst viðgjørdar eftir 1. september 2022.

Reglugerðin kann lesast her.



20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld
















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona