Tveir næmingar á Giljanesi til Ungdómsting á Christiansborg

 

Mynd: Lærarin, saman við næmingunum vóru og vitjaði á kommunuskrivstovuni í Sandavági í gjár, týsdagin 20. desembur.

Frá vinstru: Ingi Wiberg, lærari, Durita Vón Vidtfeldt, næmingur, Bjørk Akselsen, næmingur og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

21-12-2022

Næmingar á Skúlanum á Giljanesi hava síðan 2018 tá byrjað varð at undirvísa í samfelagsfrøði í skúlanum, latið uppskot inn til Ungdómstingið á Christiansborg, og allar tríggjar ferðirnar eru tað uppskotini hjá næmingum á Giljanesi, sum eru vald út, millum tey føroysku uppskotini, at umboða Føroyar á ungdómstinginum. Hesaferð eru tað Durita Vón Vidtfeldt og Bjørk Akselsen úr 8. flokki á Skúlanum á Giljanesi, sum fara at umboða Føroyar á fólkatingi.

Áður hava Nikolina Ravnsfjall og Kristina Nattestad í 2018 sum tá gingu í 7. flokki og Beinta Ellefsen og Ronja Reginsdóttir Olsen í 2020 sum tá gingu í 9. flokki umboða føroyskan ungdóm á ungdómstingi á Christiansborg. Tilsamans eru 60 uppskot til lógaruppskot vald út til Ungdómstingið í 2023, harav eitt úr Føroyum og eitt úr Grønlandi.

Dagurin er skipaður við nevndararbeiði í teimum ymisku tingnevndunum, og síðan verða nøkur mál koyrd il víðari viðgerð og atkvøðugreiðslu í tingsalinum.

Uppskotið hjá Duritu Vón og Bjørk handlar um at fáa eitt fak til undirvísing í skúlanum. Fakið eitur Tú og eg. Tað handlar um at børn og ung læra um sínar styrkir og veikleikar, sum aftur styrkir teirra sjávlsmynd og sjálvsfatan, fyri at minka um stress hjá teimum ungu. Tey læra at handfara tað trýst tey kenna á sær frá skúlanum og samfelagnum annars. Endamálið er at flyta okkum frá viðgerða børn og ung fyri stress til fyribyrging.

Durita Vón og Bjørk hava lisið og kanna nógv ymiskt, áðrenn tær komu fram til hetta uppskotið til lógaruppskot. Millum annað hava tær kanna hvussu verður gjørt í Finnlandi sum ber orð fyri at hava eina serstakliga góða skúlaskipan. Við tí nógva arbeiði sum gjørt verður í Føroysku skúlunum á trivnaðarøkinum og forleldrasamstørvum, fer hetta fakið at vera við til at styrkja børn og ung at taka ímóti teimum avbjóðingum vaksna lívið bíðar teimum.

Ungdómstingið á Christiansborg verður 30. januar í 2023 og vit ynskja Duritu Vón og Bjørk bestu eydnu við lógaruppskotinum.

 














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona