Til øll foreldur at børnum í dagstovnum hjá Vága kommunu

03-11-2021

Hóast korona smittutrýstið er høgt í landinum í løtuni, eru vit í Vága kommunu enn sloppin lutfalsliga væl. Støðan kann tó skjótt broytast, og tí mugu vit øll vísa størsta varsemi. Dagstovnaleiðararnir, saman við umsitingini hjá kommununi, hava tikið avgerð um, at børnini á dagstovnunum bara eru saman stovuvís, tá vit eru innandura. Annars eru øll starvsfólkini tilvitað um, at halda gott reinføri, fyri at verja børnini sum best ímóti, at smittan kann nørast á stovnunum. Hóast vit enn ikki hava merkt nakað til starvsfólkatrot á dagstovnunum, so ynskja vit at binda um heilan fingur. Tí kemur kommunan við hesi áheitan á øll foreldur at børnum í dagstovnum hjá Vága kommunu:

- At foreldur minnast til at vaska/spritta hendur tá komi verður á stovn.
- At minnast til at halda frástøðu til onnur foreldur, og ikki savnast inni á stovninum.
- Um barnið hevur smittueyðkenni, so skal barnið verða heima.
- Um foreldur hava møguleikan, mæla vit til, at tey hava barnið heima.  

Vága kommuna hevur havt samband við landslæknan og handfer íkomnu støðuna eftir bestu sannføring, og vóna vit, at vit koma so væl ígjøgnum hesa støðuna sum gjørligt. Vága kommuna ynskir at takka foreldrunum og avvarðandi fyri sín lut í, at vit koma smittuni til lívs.

Broytist støðan, og harvið tilmæli, verður kunnað um hetta sum skjótast.

Eru spurningar ella ivamál um støðuna annars, eru foreldur altíð vælkomin at venda sær dagstovnaleiðaran.

 

Bjarni Prior, borgarstjóri














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona