Til allar borgarar í Vága kommunu

29-09-2023

Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning.

Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág og annað.

Málið er at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta um fólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum sum heild, sum heilsuverk og eisini kommunalir myndugleikar kunnu brúka sum grundarlag at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsu- og trivnaðarøkinum.

Liviumstøður, tørvur o.a. kunnu vera ymisk, alt eftir hvar tú býrt.

Neyðugt er tí, at øll øki í landinum verða væl umboðað í kanningini, bæði fyri at geva eina rætta heildarmynd, men eisini fyri at kunna seta inn við møguligum heilsuátøkum eftir tørvi í lokaløkjunum.

Tí heita vit á allar borgarar, sum hava móttikið innbjóðing á Vanganum í okkara kommunu, at svara spurnakanningini, soleiðis at okkara øki er væl umboðað í kanningini. Tað tekur einar 30-40 minuttir at svara spurningunum.

Fólkaheilsustýrið leggur dent á, at allir luttakarar eru dulnevndir, og at eingi kanningarúrslit verða gjørd, soleiðis at einstaklingar kunnu eyðmerkjast.

Les meira um kanningina og ofta settar spurningar á Fólkaheilsustýrið (folkaheilsustyrid.fo)  Lutakast um góðar vinningar verður millum tey, sum svara og sum játta at vera við í lutakastinum. Luttøkan í lutakastinum er óheft av svari. Vinnarar fáa beinleiðis boð seinni í ár.

 














01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona