Tey koma aftur 8. september

Koronatoymið

31-08-2021

Í august var koppsetingartoymið hjá Sjúkrahúsverki Føroya á Giljanesi og bjóðaði koppseting, og má tað sigast at tað eydnaðist væl. 99 fólk høvdu bílagt tíð til koppseeting og onnur 62 fólk valdu møguleikan við støkk inn koppseting.

Mikudagin 8. september kemur koppsetingartoymið vestur at geva 2. prik og møguleiki verður eisini fyri støkk inn koppseting.

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið eru felags um átakið at fáa koppsetingartoymið vestur at bjóða øllum borgarum, ið ynsktu at verða koppsett, at verða koppsett her vesturi. Hetta var gjørt sum ein royndarverkætlan, at koma runt um í landinum við koppsetingini, og er síðan roynd aðrastaðni eisini.

Eins og seinast, verður Skúlin á Giljanesi karmur um koppsetingina. Tey ið fingu 1. prikið seinast, fáa eina innkalling at møta. Um ongin innkalling kemur, so kann tíð bíleggjast á corona.fo.  2. prik verður givið millum kl. 15.00 og 16.00. Tey sum ynskja at støkka inn kunnu møta frá kl. 16.30.

 


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona