Tannlæknastovan í Sandavági er opin sum vanligt

13-03-2020

Hóast vit síggja nógv átøk fyri at tálma smittuni av Corona (COVID-19), er tað framvegis fullkomuliga trygt at koma til viðgerð hjá okkum. Vit fylgja til eina og hvørja tíð hægsta aðalkravi um reinføri, umvegis galdandi leiðreglur og normar at fyribyrgja smittu (NIR), soleiðis at tað altíð hevur verið, og framvegis er, trygt hjá sjálvt teimum veikastu at fáa viðgerð á tannlæknastovuni.

Tannlæknastovan er eitt tað reinasta og tryggasta umhvørvi tú finnur, og øll starvsfólkini er væl lærd at tryggja hægsta reinføri og at tálma smittu.

Vit fara niður í ferð

Fyri at verja okkara viðskiftafólk og starvsfólk, og soleiðis vónandi tryggja eina støðuga og góða tænastu framyvir, sum kann verða tøk tá neyðugt er, seta vit hesi fyribils átøk í verk.

  • Sjúkutekin, so sum febur, hosti ella trupulleikar við andadrátti, eiga at verða tikin í álvara. Tískil skulu tit ringja til okkum á tlf. 33 27 26, og ikki møta upp á tannlæknastovuni.

  • Uttanlandsferð, er orsøk til ikki at møta á tannlæknastovuni. Ring á tlf. 33 27 26, ella skriva á ts@ts.fo

  • Reiðan pening, vilja vit helst ikki taka ímóti. Taki gjaldskort við, ella geri avtalu við móttøkuna um gjald.

  • Ein fylgjari/hjálparfólk, er vælkomin við á tannlæknastovuna, um tað er neyðugt.

  • Vinfólk og systkin, skulu ikki koma við á tannlæknastovuna, so leingi hesi tilmæli standa við.

  • Foreldur og verjar, eru vælkomin at skipa seg soleiðis, at bert eitt vaksi fólk fylgir barninum.

  • Spritt, stendur á fleiri støðum á tannlæknastovuni, og skulu øll vitjandi spritta hendur í móttøkuni, og áðrenn farið verður inn á eina viðgerðarstovu.

  • Ikki neyðugar viðgerðir, kunnu verða fluttar nakrar vikur fram, alt eftir hvussu stórur tørvur er á bráðfeingis viðgerðum.

  • Óneyðug ørindi, sum kunnu bíða ella avgreiðast yvir tlf., t-post ella á annan hátt talgilt, eiga at verða avgreidd tann vegin.

Heitt verður á øll um ikki at møta upp á tannlæknastovuni uttan at hetta er avtalað.

Vit fylgja neyvt gongdini við Corona, og fylgja sjálvandi øllum nýggjum tilmælum og leiðreglum frá mynduleikum í samband við Corona virus. Væntast kann tískil at vit dagføra okkara tilmæli og leiðreglar.

 

Tannlæknastovan í Sandavági

Torkilsvegur 13

FO-360 Sandavágur

Tlf. 33 27 26

ts@ts.fo





25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona