Takk fyri tí góðu móttøku øll góvu Hennar Hátign Drotning Margretu.

Hennara Háting Drotning Margreta II á svalanum á Gamla Hotel - Magenta. Allar myndirnar frá degnum eru tiknar av Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum.

18-07-2021

Vegna býráðið vil eg takka fyri ta ótrúligu góðu móttøku øll góvu Hennar Hátign Drotning Margretu.

At sólin skein og vísti henni Miðvág frá sínari serstøku síðu, meðan hon stóð á svalanum aftur 62 ár seinni og fjøldin sang Fagra Blóma fyri henni.

Hon var bergtikin! Bergtikin av vøkrum sangi, og hvussu væl okkara borgarar tóku ímòti henni. 

Gávuna sum hon fekk, var hon sera fegin um, og hevði tað á orði, at hesa fór hon heilt víst at brúka.

Vit vilja vegna allar borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu, sum gávan var frá, senda eina serstaka tøkk til Alia Gurli fyri tað fantastiska listaverkið hon hevur skapa til Hennara Hátign. 

Eisini vilja vit takka øllum tykkum sum hava fyrireika hendan dagin. Eitt stórt herðaklap til umsitingina við Sølva á odda og alt fólkið á umsjónarøkinum við Ragnar á odda, sum hava gjørt hettar gjørligt.

Og tøkk til Gamla hotel - Magenta, kokkar og tænarar, Fljóðljóð og Gretu Svabo Bech fyri at gera kvøldið so hugnaligt. 

Tað síðsta Hennara Hátign Drotning Margreta segði, áðrenn hon fór í bilin var, at hettar var eitt stórt upplivilsi og eitt deiligt kvøld, og viðvíkjandi generalinum, so skuldi borgarstjórin hoyra aftur.

Vegna býráðið

Bjarni Prior

borgarstjóri













01.11.2023
Skattalistin 2022

















25.09.2023
Babbasa spælistova


























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól




























22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri








03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona