Stór verkætlan um børn og ung í Vága kommunu

08-09-2021

Frítíðar- og ungdómstilboð hava ein týðandi leiklut fyri eina kommunu. Sum eitt tað fyrsta nýggja býráðið gjørdi tá tað kom til í januar 2021, var at seta ein arbeiðsbólk at koma við eini frágreiðing og tilmælum um, hvussu barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu best kann skipast.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var, at kanna hvørji tilboð, bæði kommunal og onnur, eru í kommununi, og at kanna hvør tørvur er á nýggjum og fleiri tilboðum til børn og ung.

Arbeiðsbólkurin fór til verka beinanvegin. Í tilgongdini at orða tilmælini, vórðu ymiskir partar hoyrdir og stórur dentur varð lagdur á at hoyra tey ungu, og at taka útgangsstøði í teirra hugsanum og ynskjum til eitt gott barna- og ungdómslív sum er livandi, mennandi og fjølbroytt.

Frágreiðingin varð handað Bjarna Prior, borgarstjóra sum legði hana fyri býráðið til støðutakan fyri summarsteðgin. Býráðið avgjørdi at fylgja tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum um, at seta ein verkætlanarleiðara, at arbeiða víðari við teimum tilmælunum arbeiðsbólkurin var komin við.

Avgjørt er, at seta Dortheu Højgaard Dam, virkandi leiðara á Smílikulluni og Ungdómshúsinum í tíðaravmarkað verkætlanarstarv, at fremja verkætlanina og skipa arbeiðið. Dorthea er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir í leiðandi størvum innan hjálparfelagsskapir og at útvikla og gjøgnumføra langtíðarætlanir saman við privatum og almennum myndugleikum í Íslandi.

Dorthea Højgaard Dam byrjar í starvinum 1. oktober. Eftir ætlan, koma vit at síggja fyrstu úrslitini frá verkætlanini frá 1. januar 2022.

 


25.09.2023
Babbasa spælistova



























16.06.2023
Heimapartar













20.05.2023
Grilla Úti á Dal











































24.12.2022
Gleðilig jól























03.11.2022
Skattalistin 2021







22.10.2022
Íverksetarakvøld















































































26.02.2022
Kókitilmæli































17.12.2021
Minnast tit hesar?




























20.10.2021
Vatnsoyrar 100 ár







































30.07.2021
Góði Sverri









03.07.2021
Kunngerð














03.06.2021
Kunning um korona


















31.03.2021
Gleðiligar páskir




































17.12.2020
Tálgaverk







01.12.2020
Gudmundargøta


17.11.2020
Preia kommununa



09.11.2020
25 ára starvsdagur





07.10.2020
Vallistin 2020
























12.03.2020
Kunning um Corona